Ruðuleiki í floghavnini í Kabul

Ruðuleiki í floghavnini í Kabul
Lendingarbreytirnar á flogvøllinum eru fullar av fólki, ið hava leitað sær skjól har, í vóni um at sleppa av landinum
Flogbreytirnar í Kabul er fullar av fólki, sum royn at sleppa av landinum.
 
16.08.2021 - 08:38

Tað valdar ruðuleiki á flogvøllinum í Kabul í Afganistan.

Lendingarbreytirnar á flogvøllinum eru fullar av fólki, ið hava leitað sær skjól á fløgvøllinum í eini vón um at sleppa av landinum, nú Taliban hevur tikið afganska høvuðsstaðin og boðað frá, at teir hava valdið í landinum. Tað tók bara nakrar fáar dagar hjá Taliban at taka alt landið.

USA hevur í nátt tikið ræðið á allari flogferðslu í Afganistan, og í eini yvirlýsing frá 60 londum verður sagt, at mørkini skulu haldast opin, og at tey, sum vilja sleppa úr Afganistan, skulu fáa loyvi til tess.

Fleiri lond arbeiða í løtuni við at fáa borgarar sínar út úr Afganistan. Teirra millum er Danmark, sum í nátt hevur hjálpt donskum og norskum ríkisborgarum úr landinum.

Trine Bramsen, verjumálaráðharri

Danski verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, sigur við DR, at tað framvegis eru danskir ríkisborgarar í Afganistan, og at stjórnin arbeiðir við at fáa teir úr landnum. Ætlanin er eisini at hjálpa fleiri tulkum, sum hava starvast hjá altjóða herdeildum ímóti Taliban, úr landinum.

Sambært Reuters-tíðindastovuni, eru tey flestu útlensku sendifólkini longu farin úr Afganistan.

Antony Blinken, amerikanskur uttanríkisráðharri

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, sigur við AP, at USA ger alt fyri at tryggja sær, at amerikansku sendifólkini verða hjálpt úr Afganistan á ein so tryggan hátt sum gjørligt.

Trygdarráðið hjá ST kemur saman í dag at umrøða støðuna í Afganistan.

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, ávarar ímóti, at lond hvær í sínum lagi góðkenna Taliban sum valdshavarar í Afganistan.

- Vit vilja í mest møguligan mun hava eina felags støðu millum samsint, sigur Boris Johnsen, sambært Reuters.

Afganski forsetin, Ashraf Ghani, er flýddur av landinum fyri at sleppa undan blóðbaði, sigur hann á sosialum miðlum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659