Sóknarprestar á námsferð í Danmark

Sóknarprestar á námsferð í Danmark
Námsferðin hevur eitt fakligt og eitt sosialt endamál, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur
Prestar fara av landinum á námsferð, og tað ber í sær, at ferðin í tænastum frá prestum verður sett munandi niður.
 
18.08.2021 - 09:07

Fáir prestar vera í Føroyum í viku 35, í vikuni, sum byrjar 30.august.

Tí tá fara sóknarprestarnir á námsferð til Danmarkar.

Námsferðin hevur tvinni endamál, eitt fakligt og eitt sosialt, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.

Ein serlig skipan verður gjørd fyri tænastuna í kirkjuni í viku 35. 

Ferðin sett niður

Ferðin verður sett munandi niður í tænastu frá prestunum hesa vikuna. 

Vaktarskipanin verður send kirkjuráðunum og lýst á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni í komandi viku. 

Biskupur hevur valt at vera heima og hava ábyrgd av skipanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040