- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Helgi fer og Magnus kemur
Helgi Abrahamsen hevur lagt frá sær sum landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, og Magnus Rasmussen hevur tikið við sum landsstýrismaður fyri hann.
Í hesum sambandi skipaði løgmaður fyri tíðindafundi í Tinganesi fyrrapartin.
Magnus Rasmussen varð fyrstu ferð valdur í løgtingið í 2015. Hetta samgonguskeiðið hevur hann verið formaður í fíggjarnevndini. Nýggjur formaður í fíggjarnevndini verður Erhard Joensen.
Magnus Rasmussen var borgarstjóri í Runavíkar kommunu frá 2009 til 2015. Nýggi landsstýrismaðurin er 58 ára gamal.
Helgi Abrahamsen fer nú í løgtingið.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 12.20. Eyka tíðindasending verður eisini í sjónvarpinum í kvøld klokkan 19.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
|