Nú byrjar nátatíðin

Nú byrjar nátatíðin
Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at skálda nátarnar
 
19.08.2021 - 14:24

Nú nátatíðin byrjar, minnir Heilsufrøðiliga starvsstova á nátasjúkuna,  og hvussu hon kann fyribyrgjast.

Nátar, sum virka sjúkir, eru rak og ússaligir, eiga ikki at verða tiknir, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.   

Tey, sum taka náta, eiga at vera í oljuklæðum og vaska tey og onnur klæði, tey hava verið í, væl, tá nátaveiðan er liðug.

Umráðandi er at vaska sær væl um hendurnar, meðan veitt verður og eftir veiðuna. 

Hendurnar eiga eisini at verða vaskaðar, áðrenn fólk eta ella festa sær í. Best er at skola hendurnar í kloraminvatni. 

Best at skálda

Best er at skálda nátarnar. Verða teir royttir, eigur at vera gott luftskifti, og støvmaskur kunnu brúkast.

Alt burturkast skal latast í plastposar og beinast burtur hjá IRF ella KOB.   

Vanligu sjúkueyðkennini eru lungnabruni við skjálvta og fepri, 39 stig, turrur hosti og høvuðpína. 

Tann sjúki er ússaligur og ofta í ørviti. Í summum førum kemur sjúkan líðandi og kann vera so lin, at hin sjúki nóg illa kennir seg sjúkan.

Byrjar 14 dagar eftir smittu

Vanliga byrjar sjúkan fýra til 14 dagar eftir smittuna.

Náti, sum er íligin, tað er saltaður, smittar ikki.

Síðani 1991 hava, sambært landslæknanum, verið seks tilburðir av nátasjúku í Føroyum, tann seinasti í 2017.

Á hfs.fo eru fleiri upplýsingar um nátasjúku.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028