Øll línuskipini liggja

Øll línuskipini liggja
Streymurin verður harður tað mesta av vikuni, men veðrið verður gott
Fiskamarknaðurin væntar tó ikki nógvan útróður hesa vikuna, tí fiskaríið er so vánaligt.
Mynd: Savnsmynd  
 
23.08.2021 - 09:20

Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju í løtuni. 

Eitt frystiskip er við Eysturgrønland, og fimm eru undir Føroyum, upplýsir Fiskamarknaðurin.

Streymurin verður harður tað mesta av vikuni, men veðrið verður gott. 

Fiskamarknaðurin væntar tó ikki nógvan útróður, tí fiskaríið er so vánaligt. 

Annar djúpvatnstrolarin fiskar makrel. Hin liggur.

Flestu partrolarar úti

Flestu partrolarar eru úti. Fiskaríið kundi verið betri hjá teimum, sigur Fiskamarknaðurin.

Ein trolbátar er á Íslandsrygginum, tveir eru á landleiðini og tríggir eru norðanfyri. 

Teir fiska tosk, hýsu og flatfisk. 

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey havtasku. Fiskaríð er brúkiligt hjá teimum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166