Fólkatingið lóggevur sjúkrarøktarfrøðingar til arbeiðis

Fólkatingið lóggevur sjúkrarøktarfrøðingar til arbeiðis
Semingsuppskotið er gjørt til lóg, og sjúkrarøktarfrøðingar fáa fimm prosent í lønarhækking í trý ár
Sjúkrarøktarfrøðingarnir í Danmark hava verið í verkfalli í níggju vikur, men nú verður farið aftur til arbeiðis.
 
27.08.2021 - 14:27

Fólkatingið hevur samtykt at leggja upp í verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum í Danmark, sum nú hevur vart í níggju vikur. 

Sjúkrarøktarfrøðingarnir fara aftur til arbeiðis í morgin.

Sosialdemokratiski stjórnarflokkurin, Radikali flokkurin, Konservativi flokkurin, Vinstri, Nýggju borgarligu og Liberal Alliance atkvøddu fyri at gera semingsuppskotið, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir vrakaðu, til lóg.

Tað ber í sær, at sjúkrarøktarfrøðingarnir næstu trý árini fáa tilsamans fimm prosent í lønarhækking.

Fólkatingið hevur eisini samtykt, at setast skal ein nevnd at viðgera lønarlagið í almenna geiranum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162