Nú kemur tilboðið um endur- og viðlíkahaldsvenjing

Nú kemur tilboðið um endur- og viðlíkahaldsvenjing
Fólk við seinheilaskaða, parkinson og sklerosu fáa nú tilboð um endur- og viðlíkahaldsvenjing. Kunngerðin er lýst og kemur í gildi 1. september
30.08.2021 - 19:56

Tilboðið um eitt nú viðlíkahaldsvenjing hevur higartil verið avmarkað. Men tað verður nú broytt.

1. september kemur ein nýggj kunngerð um endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing í Almannaverkinum í gildi. 

Tað merkir, at tey, ið hava tørv á tí, kunnu fáa tilboð um endurvenjing ella viðlíkahaldsvenjing. Tilboðið verður grundað á eina fakliga meting hjá Almannaverkinum.

Viðlíkahaldsvenjingin er málrættað venjing fyri at fyribyrgja førleikamissi, fasthalda ella bøta um verandi førleikar ella fyri at seinka sjúkugongdini.

Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, var gestur í sjónvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442

Annað frá KVF