167 fleiri persónbilar í ár

167 fleiri persónbilar í ár
Frá januar til august skrásetti Akstovan tilsamans 1995 nýggj akfør
Innflutningurin av nýggjum persónbilum higartil í ár er vaksin 13,3 prosent.t.
 
01.09.2021 - 10:26

167 fleiri nýggir persónbilar eru innfluttir higartil í ár, enn somu tíð í fjør. Vøksturin er 13,3 prosent, vísa tøl hjá Akstovuni.

Higartil í ár eru innfluttir 1424 nýggir persónbilar samanborið við 1257 fyrstu átta mánaðirnar í fjør.

Í august vóru innfluttir 132 nýggir bilar, ein færri enn sama mánað í fjør.

Frá januar til august skrásetti Akstovan tilsamans 1995 nýggj akfør, 85 fleiri enn somu tíð í fjør.

Vøksturin er 4,4 prosent. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961