Norðurkorea vil ikki hava koppingarevni

Norðurkorea vil ikki hava koppingarevni
Norðurkoreansku myndugleikarnir siga, at tað er ivasamt, um koppsetingin ger nakran mun. Almennu tølini siga, at eingin hevur koronu í Norðurkorea.
ST hevur boðið Norðurkorea koppingarevnið Sinovac, men Norðurkorea tekur ikki av tilboðnum.
 
02.09.2021 - 15:40

Norðurkorea hevur havnað einum tilboði frá ST um tríggjar milliónir skamtar av koppingarevni fyri koronu, skrivar BBC í dag.

Talan er um koppingarevni av kinesiska merkinum Sinovac, sum ST lutar út til menningarlond gjøgnum Covax-ætlanina.

Eitt talsfólk fyri ST sigur, at Norðurkorea bað um, at skamtarnir frá Sinovac heldur vórðu sendir til eitt land, ið veruliga hevur tørv  á koppingarevninum. Almennu tølini hjá Norðurkorea vísa, at ongin koronutilburður er í landinum.

Russar bjóða Sputnik

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, segði við altjóða miðlar í juli, at russar fleiri ferðir hava boðið Norðurkorea koppingarevnið Sputnik, sum russar sjálvir framleiða.

Norðurkoreansku myndugleikarnir hava sagt fyrr, at tað er ivasamt, um tað ger nakran munn at koppseta fyri koronu.

Almennu miðlarnir í Norðurkorea siga javnan frá kjakinum um koppseting, sum tekur seg upp í Evropa og í USA. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744