- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri skúlar í Havn raktir av korona
Tríggir skúlar í Tórshavnar Kommunu - Hoyvíkar Skúli, Skúlin við Løgmannabreyt og Skúlin á Fløtum - eru raktir av korona í hesum døgum.
Støðan er ringast í Skúlanum við Løgmannabreyt. Higartil hava seks næmingar í 9. flokki og ein næmingur í 8. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt fingið staðfest korona, eins og eitt starvsfólk í frítíðarskúlanum eisini hevur fingið staðfest korona.
Í Hoyvíkar skúla fekk ein næmingur í 8.b í gjár staðfest korona. Í Skúlanum á Fløtum fekk ein næmingur í 9. flokki staðfest korona í gjár.
Smittan rakar ítróttarumhvørvið í kommununi, og tí hevur Skúlin á Fløtum sent umleið 100 næmingar til hús í morgin við boðum um at lata seg kanna.
Hans Jón Thomsen, stjóri í Hoyvíkar skúla, sigur við Kringvarpið í dag, at næmingurin í Hoyvíkar Skúla ikki hevur verið í skúla síðani mánamorgun, og tað sær út til, at smittan ikki hevur spreitt seg víðari í Hoyvíkar skúla. Allir næmingarnir í 8.b í Hoyvíkar skúla hava latið seg kannað um vikuskiftið, og allir eru negativir.
Í Skúlanum við Løgmannabreyt hevði fyrsti næmingurin, sum fekk staðfest korona - ein 9. floksnæmingur - ikki verið í skúla síðani týsdagin 31. august. Høgni Joensen, stjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt, hevur ikki viljað gjørt samrøðu við Kringvarpið í dag.
Skúlaleiðslurnar í øllum trimum skúlunum heita á næmingar, foreldur og onnur avvarðandi, um at vera serliga varin komandi vikuna. Hevur næmingur sjúkueyðkenni, verður hon/hann biðin um at vera heima og lata seg kanna, siga altso leiðslurnar í Hoyvíkar Skúla, Skúlanum við Løgmannabreyt og Skúlanum á Fløtum.
Í tíðindunum í útvarpinum klokkan 18 ber til at hoyra meira um støðuna, eins og Lars Fodgaard Møller, landslækni verður beinleiðis í tíðindasendingini.