Blinken hittir leiðarar í Qatar

Blinken hittir leiðarar í Qatar
Amerikanski uttanríkisráðharrin fer at takka fyri hjálpina, nú altjóða deildirnar eru farnar úr Afganistan. Italia flytur sína sendistovu úr Afganistan til Qatar
Antony Blinken, uttanríkisráðharri, fer at heilsa upp á stjórnina í Qatar.
 
06.09.2021 - 10:18

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, er á veg til Qatar, og tað er fyrsta ferð hansara til landið, síðani Taliban tók valdið í Afganistan, skrivar AFP-tíðindastovan.

USA hevur eina stóra herstøð í Qatar, og hagar eru 55.000 fólk komin, sum eru flýdd úr Afghanistan.

Antony Blinken, sigur, at hann fer at heilsa upp á stjórnina í Qatar og takka landinum fyri alla hjálpina, sum tað hevur veitt, nú altjóða deildirnar eru farnar úr Afganistan.

Blinken fer eisini at hitta afganar, sum eru flýddir úr landinum, og amerikanskar diplomatar, sum hava flutt sítt virksemi úr Kabul til Doha í Qatar.

Italia flytur sendistovu til Doha

Italia fer at flyta sína sendistovu í Afganistan til høvuðsstaðin í Qatar, Doha.

Tað boðaði uttanríkisráðharrin, Luigi De Maio, frá í gjár, sambært Reuters.

Qatar er blivið ein diplomatiskur miðdepil eftir Afganistan, eftir at taliban tók valdið í landinum. Taliban-stýrið hevur nevniliga sjálvt skrivstovu í Doha. 

Italski uttanríkisráðharrin hitti í gjár sín starvsbróður úr Qatar fyri at gera eina avtalu um sendistovuna í landinum.

Sendifólk úr fleiri londum fóru úr Afganistan til Qatar, tá taliban tók valdið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337