LykkeCup: Nemandi og mennandi

LykkeCup: Nemandi og mennandi
Eydnudeildin var um vikuskiftið við í stórari hondbóltskapping í Danmark fyri ung við serligum tørvi. Tað var bæði nemandi og mennandi, siga venjarar, foreldur og tey ungu
06.09.2021 - 18:49

Føroyska Eydnudeildin var um vikuskiftið við í stórari hondbóltskapping í Danmark fyri ung við serligum tørvi.

- Tað hevur ógvuliga stóran týdning fyri menningina av teimum ungu at sleppa útum landoddarnar at spæla móti øðrum liðum, sigur ein av venjarunum, Morten Hust Petersen.

Lið úr øllum Danmark taka lut í kappingini, sum í ár var í Herning, og tvey lið úr Føroyum vóru við hesa ferð.

 - Hetta er rørandi, og tað er heilt fantastiskt, at ímynda sær, at ein kvinna hevur sett alt hetta upp, tí hon fekk eitt barn við serligum tørvi, sigur Fríðbjørg Holm, foreldur.

- Hetta er eitt átak og eitt tiltak, sum tekur støði í børnunum, har tey eru og út frá teirra premissum, sigur Páll Nolsøe, foreldur.

Hetta er triðju ferð, at Eydnudeildin er við í slíkari kapping í Danmark.

Úrslitið hevur ikki hægstu raðfesting í LykkeCup, men eins og í øðrum ítróttarkappingum, mennast spælararnir av at vera við, heldur Morten Hust Petersen.

 - Tey fáa mót upp á at royna ymiskt nýtt. Tey kunnu hvíla í sær sjálvum, teimum nýtist ikki at laga seg til aðrar umstøður, tí her er rúm fyri øllum, sigur hann.

 - Tú merkir, at tey, sum eru við fyri fyrstu ferð, vaksa við uppgávuni og rætta seg upp, og tey tora ymiskt, sum tey ikki tora til gerandisvenjing.

Súsanna Eliassen, sum er forkvinna í Eydnudeildini, fegnast um møguleikan at vera við í LykkeCup, men ætlanirnar eru størri enn so.

 - Dreymurin er, at einaferð í tíðini, so ætla vit at bjóða onkrum heim til Føroyar til kappingar, sigur hon.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815