790 fleiri fólk

790 fleiri fólk
Hagstovan skrivar, at sum heild er tilflytingin minkað nakað seinastu trý árini, meðan vøkstur er aftur í fráflytingini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.09.2021 - 14:03

1. august búðu 53.567 fólk í Føroyum.

Hetta eru 790 fólk fleiri enn um somu tíð fjør. Vøksturin er 1,5 prosent.

Vøksturin í fólkatalinum stavar frá eini nettoflyting upp á 476 fólk, meðan burðaravlopið, sum er munurin millum fødd og deyð síðsta árið, var 314.

Høvuðsstaðurin eigur størsta partin
Hjá kommununum var størsti vøksturin hjá Tórshavnar kommunu. Har búðu 390 fólk fleiri 1. august í ár enn somu tíð í fjør. Vøksturin er 1,7 prosent.

Størsti prosentvísi vøkstur var í Hovs kommunu. Har vaks fólkatalið 5,2 prosent, sum svarar til fimm fólk. 

Næst var Nes kommunua, har vaks fólkatalið við 50 fólkum.  Vøksturin er 3,7 prosent.

Størsta afturgongdin var í Vestmanna, har 11 fólk fluttu úr kommununi.

Hagstovan skrivar, at sum heild er tilflytingin minkað nakað seinastu trý árini, meðan vøkstur er aftur í fráflytingini. 

Nettoflytingin er tí minkað nakað og er nú á sama støði sum í 2017, meðan burðaravlopið er tað hægsta tað hevur verið síðani 2003.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211