Søkja um góðkenning at koppseta fimm til ellivu ára gomul

Søkja um góðkenning at koppseta fimm til ellivu ára gomul
Kannað verður í løtuni, um børn kunnu fáa koppingarevnið frá Pfizer-BionTech
 
11.09.2021 - 11:45

Týska heilivágsfyritøkan BionTech fer nú at biðja um góðkenning til at nýta koppingarevnið frá Pfizer-BionTech til børn í aldrinum fimm til ellivu ár.

Tað skrivar týska blaðið Der Spiegel í dag.

- Komandi vikurnar fara vit at kunngera úrslitini frá kanningum við hesum aldursbólkinum, og biðja um góðkenningar frá myndugleikum kring allan heimin til at brúka koppingarevnið til børn í aldrinum fimm til ellivu ár. Eisini í Evropa. Tað sigur stjórin í BionTech, Özlem Türeci, við Der Spiegel.

Koppingarevnið til yngru børnini er tað sama, sum verður brúkt til vaksin og eldri børn, men skamtarnir eru minni. 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Veðrið
206133
Týsdag 24. mars
Andakt
206129
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081