USA: Norðurkorea hóttir heimsfriðin

USA: Norðurkorea hóttir heimsfriðin
Norðurkorea skeyt tvær langtberandi rakettir um vikuskiftið
Rakettirnar flugu 1500 kilometrar, áðrenn tær raktu ætlaða málið, skrivar norðrkoreanska tíðindastovan.
Mynd: Savnsmynd  
 
13.09.2021 - 09:16

Norðurkorea er ein hóttan ímóti grannalondunum og ímóti heimsfriðinum. 

Tað eru boðini úr amerikanska verjumálaráðnum, eftir at Norðurkorea skeyt tvær langtberandi rakettir um vikuskiftið.

- Norðurkorea heldur eftir øllum at døma fram við at menna síni álopsvápn, og tað er til stóran vanda fyri grannalondini og heimin sum held, stendur í boðunum frá Pentagon.

Flugu 1500 kilometrar

Almenna tíðindastovan í Norðurkorea, KCNA, skrivar, og Norðurkorea bæði leygardagin og í gjár skeyt langtberandi rakettir.

Rakettirnar flugu 1500 kilometrar, áðrenn tær raktu ætlaða málið, skrivar tíðindastovan.

USA og Norðurkorea hava ikki tosað saman um rakettduppingina hjá Norðurkorea síðani í 2019, tá samráðingarnar slitnaðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659