Kynsligur ágangur: Arbeiðsgevarar hava fingið átalu

Kynsligur ágangur: Arbeiðsgevarar hava fingið átalu
Ert tú úti fyri kynsligum ágangi á arbeiðsplássinum, er tað leiðslan á arbeiðsplássinum, sum hevur skyldu til at loysa trupulleikan
13.09.2021 - 20:05

Tað er ongi ivi um, at kynsligur ágangur fer fram á føroyskum arbeiðsplássum. Leivur Person sigur, at talið av fráboðanum er vaksið nógv síðani Metoo rørslan fekk høvdini at rulla í Danmark.

Sambært arbeiðsumhvørvislógini er tað í høvuðsheitum arbeiðsplássið, sum eigur ábyrgdina av at skipa arbeiðsumhvørvið rætt. Í ársfrágreiðingini hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, verður mælt til, at arbeiðspláss í Føroyum hava eina fasta mannagongd fyri hvussu starvsfólk boða frá happing og kynsligum ágangi. Tað er fyrstu ferð, at kynsligur ágangur verður nevndur í ársfrágreiðingini.

Ein kanning, sum spyr.fo gjørdi fyri kringvarpið í oktober mánaði í fjør, staðfesti at fjórða hvør kvinna hevur upplivað, at "ein starvsfelagi er farin út um hennara persónligu, kynsligu mørk" - eina ella fleiri ferðir. Ein av 10 monnum høvdu upplivað tað sama. 
67 prosent av teimum, sum høvdu verið úti fyri kynsligum ágangi á abeiðsplássinum søgdu tað vera hent á sjálvum arbeiðsplássinum og 52 í veitslulag.

Tílík mál skulu fráboðast til leiðsluna á arbeiðsplássinum - men hvat so, um leiðslan er partur av trupulleikanum?

Skipanin, sum er nú riggar, heldur Leivur persson. Eitt nú eru tað arbeiðsgevarar, sum hava fingið átalu frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum í samband við kynsligan ágang á arbeiðsplássinum. Tí er tað ikki neyðugt við eini nýggjari skipan.

Men tað er týdningarmikið, at ágangurin verður fráboðaður,  tí har eru skuggatøl, sambært Leivi Persson.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286