830 milliónir í lønum í august

830 milliónir í lønum í august
Útlendingar fingu góðar 38,5 milliónir kr. í løn í august
Í august vóru 27.300 løntakarar í Føroyum, 800 fleiri enn í sama mánað í fjør. 
 
16.09.2021 - 08:50

Stívar 830 milliónir krónur vóru goldnar í lønum í august, 60 milliónir meira enn í august í fjør og 56 milliónir meira enn í august 2019.

Í august vóru 27.300 løntakarar í Føroyum, 800 fleiri enn í august í fjør. 

Men síðani í mars í ár er talið ikki vaksið.

537 fleiri menn enn kvinnur vóru løntakarar í august.

Hóast munurin millum kynini minkar á arbeiðsmarknaðinum, fleiri kvinnur enn menn leggjast afturat, fingu menninir kortini nakrar milliónir meira í løn enn kvinnurnar í august í ár enn í august í fjør. 

Menn fingu 492,5 mió. kr. í løn í august og kvinnur slakar 340 mió. kr.

Útlendingar í Føroyum fingu góðar 38,5 mió. kr. í løn í august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595