Helen Lorraine Nkwocha skal venja TB

Helen Lorraine Nkwocha skal venja TB
Helen Lorraine Nkwocha skal venja besta liðið hjá Tvøroyrar Bóltfelag árið út, eftir at samstarvið millum TB og týska venjaran, Lars Heiliger, er endað
Helen Lorraine Nkwocha hevur verið høvuðsungdómsvenjari hjá TB síðan í vár
 
23.09.2021 - 09:57

Helen Lorraine Nkwocha skal venja besta liðið hjá Tvøroyrar Bóltfelag.

TB boðaði í gjárkvøldið frá á facebook, at samstarvið við týska venjaran, Lars Hage Heiliger, er endað.

Lars Hage Heiliger tók við sum venjari, eftir at Michael Winter, sum eisini er týskari, takkaði fyri seg eftir 8. umfør í landskappingini.

Helen Lorraine Nkwocha, sum fyrr hevur spælt fótbólt í fleiri enskum feløgum, kom til Tvøroyrar Bóltfelag í vár, og hevur verið ungdómsvenjari.

Hon verður nú venjari hjá mansliðnum í bestu deilini, tað sum eftir er av hesum kappingarárinum. Hon er triði venjari hjá besta liðnum í hesum kappingarárinum.  

Tvøroyrarmenn liggja á aftasta plássi í Betri deildini við trimum stigum, tíggju stig aftanfyri ÍF á næstaftasta plássi.

TB hevur seks dystir eftir í hesum kappingarárinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053