Starvsstovan fingið nýggja góðkenning

Starvsstovan fingið nýggja góðkenning
Hetta er sættu ferð, at danski stovnurin Danak góðkennir Heilsufrøðiligu starvsstovu
Danski stovnurin Danak hevur fyri sættu ferð góðkent Heilsufrøðiligu starvsstovu. Starvsstovan er góðkend til 117 kanningarhættir.
 
23.09.2021 - 10:00

Danski góðkenningarstovnurin Danak hevur eina ferð enn góðkent Heilsufrøðiligu starvsstovu.

Akkrediteringin er endurnýggjað og er galdandi næstu fýra árini. 

Akkrediteringin er upprunaliga frá 1994. 

Hendan endurnýggingin er tann sætta.

117 kanningarhættir

Heilsufrøðiliga starvsstovan er góðkend til 117 kanningarhættir.

Kravt verður, at kanningarstovan kann gera kanningar á sama stigi sum aðrar akkrediteraðar kanningarstovur í heiminum.

Viðskiftafólk og myndugleikar kunnu nýta úrslitini í øðrum londum sum prógv um føroyskar útflutningsvørur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329