Herverk móti bilum á Áarvegnum

Herverk móti bilum á Áarvegnum
Løgreglan fekk boð klokkan 03 í nátt um at ein navngivin persónur gjørdi seg inn  á bilar á Áarvegnum
 
25.09.2021 - 10:34

Herverk hevur verið framt á bilar sum stóðu parkeraðir á Áarvegnum í nátt.

Løgreglan fekk boð klokkan 03 í nátt um at ein navngivin persónur gjørdi seg inn  á bilar á Áarvegnum. 

Tá teir komu á staðið var síðuspeglið á tveimum bilum knúst. 

Sambært vakthavandi á politistøðini hava tey ikki fingið fatur á viðkomandi enn, men tey hava fingið navnið á einum, sum skuldi hava framt herverkið. 

Annars hevur verið friðarligt í nátt - ein bilur varð steðgaður í kollfaradali og tað vísti seg at førarin hevði einki koyrikoyrt - tað var frádømt og illgruni er um at hann var ávirkaður av rúsevnum. Tað verður kannað í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329