Breddin um styttri arbeiðsviku

Breddin um styttri arbeiðsviku
Kjak verður í útvarpsstovuni við umboðum fyri politiska myndugleikan, arbeiðsgevararnar og fakfeløgini
Frágreiðingin um fyrimunir og vansar við 37 tíma arbeiðsviku var løgd fram í gjár.
 
06.10.2021 - 09:21

Eitt evni er í Breddanum í dag.

Úti í heimi veksur áhugin politiskt fyri tankanum um styttri arbeiðsviku, hóast mótstøðan eisini er stór.

Í Føroyum eru tað serliga fakfeløgini, sum vilja stytta arbeiðsvikuna niður 37 tímar.

Í gjár var ein kanning løgd fram í Smæruni í Havn, har fyrimunir og vansar við eini styttri arbeiðsviku vóru lýstir.

Vit tosa við millum annað við landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum og umboð fyri privatu arbeiðsgevararnar, og kjak verður eisini í útvarpsstovuni.

Gestir í útvarpsstovuni vera: 

Magnus Rasmussen, landstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu og
Óluva í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum umboðar Fakfelagssamstarvið.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926