Breddin: Bústaðir og álit á miðfyrisitingina

Breddin: Bústaðir og álit á miðfyrisitingina
Trý evni eru í Breddanum í dag
Herálvur Joensen, aðalstjóri í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, verður í Breddanum í dag.
 
15.10.2021 - 09:33

Breddin varpar ljós á trý evni í sendingini fyrrapartin. 

Fyrst er tað rokið í Bústøðum.

Regin Hammer, stýrisformaður fyri Bústaðir, hevur sett stjóran, Andras Róin, til viks, og ósemja valdar í stýrinum. Vit tosa við landsstýriskvinnuna í almannamálum um støðuna í Bústøðum.

Ein nýggj kanning, sum Fróðskaparsetrið hevur gjørt, vísir, at føroyingar hava lítið álit á miðfyrisitingina.

Aðalstjórin í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, Herálvur Joensen, greiðir frá, hví almenna fyrisitingin ikki er so sjónlig. Og hvussu fyrisitingin kann betra um álitið.

Eisini frætta vit um nýggju stjórnina, sum hevur tikið við í Noregi. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744