Forsetin í Lettlandi fingið koronu

Forsetin í Lettlandi fingið koronu
Egils Levits er væl fyri, men hevur gjørt av at vera við hús eina tíð, og fleiri uttanlandsferðir eru avlýstar
Forsetin í Lettlandi, Egils Levits, hevur fingið koronu, men hann er væl fyri.
Mynd: RitzauScanpix  
 
15.10.2021 - 12:37

Forsetin í Lettlandi, Egils Levits, hevur fingið koronu, hóast hann er koppsettur. Hann varð staðfestur sjúkur, eftir at hann var á vitjan í Danmark og í Svøríki, skrivar Ritzau.

Forsetin er væl fyri, men hevur gjørt av at vera við hús eina tíð. Finski forsetin hevur fingið boð um at fara í sóttarhald, eftir at teir ótu saman.

Myndugleikarnir í Lettlandi hava úr at gera í hesum døgum, og tí kemur korona illa við hjá forsetanum.

Lettland skuldi taka ímóti nývalda forsetanum í Estlandi, Alar Karis, sum skuldi á sína fyrstu uttanlandsvitjan til Lettlands.

Nú verður tað í staðin formaðurin í lettiska tjóðartinginum, sum tekur ímóti estiska forsetanum.

Ferðir avlýstar

Egils Levits, forseti hevur avlýst vitrjanir í Kosovo og Norðurmakedónia í næstu viku, og hann fer heldur ikki á fund við rumenska forsetan, sum ætlanin annars var.

Korona ger nógv um seg í Lettlandi í løtuni. Í gjár vóru 2.400 nýggir smittutilburðir skrásettir, og tað fekk myndugleikarnar at seta strong tiltøk í verk í tríggjar mánaðir.

Seinastu fýra vikurnar eru 27.000 tilburðir staðfestir, og 208 fólk eru deyð.

2.850 fólk deyð

Síðani korona tók seg upp, eru 178.000 tilburðir staðfestir í Lettlandi og 2.850 fólk eru deyð.

1,9 milliónir fólk búgva í Lettlandi, men bert 48 prosent av fólkinum eru liðugt koppsett. Tað er fjórðlægsta koppingartalið í ES, bert í Bulgaria, Rumenia og Kroatia eru færri koppsett.

Tey, sum hava ráðgivið stjórnini í Lettlandi í koronumálum, søgdu øll seg úr starvi herfyri. Tey hava funnist at stjórnini, sum í summar ikki lurtaði eftir ráðum frá teimum, tá fjórða smittubylgjan nærkaðist, og sum nú ger um seg í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. februar
Morgunlestur týsdagur 3.februar 2026
203552
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203632
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608
Mánadag 2. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203606
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563