Gullrómur og sjampanja við Djúpumýru

Gullrómur og sjampanja við Djúpumýru
KÍ tryggjaði sær FM-heitið í Betri-deildini við kvinnum fyri viku síðani, og lagið var gott, tá steyp og heiðursmerki vórðu handað við Djúpumýru leygardagin
18.10.2021 - 17:03

 - Vit hava ongan dyst tapt síðan 2019, og tað ber illa til at seta orð á kensluna.

Tað sigur liðskiparin hjá KÍ, Sanna Svarvadal, eftir síðsta landskappingardystin leygardagin, sum endaði við stórsigri til heimaliðið á AB/B71.

Kappingin hevur verið lutfalsliga jøvn í ár, men í seinnu hálvu hava kvinnurnar úr KÍ verið tær drúgvastu.

 - Vit hava havt skaðar at dragast við í hópinum, men tað darvar okkum ikki, tí vit hava nógvar spælarar at seta inn, sigur liðskiparin.

 - Tað er tekin um okkara vinnaravilja, at sjálvt dystir, har vit ikki hava dominera, hava koppað okkara veg.

Hetta er triðja føroyameistaraheitið upp í slag hjá kvinnunum í KÍ.

KÍ-AB/B71, 6-0 (við Djúpumýru)
1-0 Maria Biskopstø, 9 min.
2-0 Hervør Olsen, 12 min.
3-0 Ragna Patawary, 31 min.
4-0 Eyðvør Klakstein, 52 min.
5-0 Hervør Olsen, 65 min.
6-0 Hervør Olsen, 67 min.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928