FM við Djúpumýru: ballaðust, sum var tað í 99

FM við Djúpumýru: ballaðust, sum var tað í 99
Stór frøi var á bæði viðhaldsfólki og spælarum, eftir at KÍ - við 3-1 sigri á B36 - tryggjaði sær meistaraheitið við Djúpumýru leygardagin
18.10.2021 - 17:10

Tað var 22 ár síðan seinast.

Í 1999 vunnu Tony Paris, Kurt Mørkøre, Rógvi Jacobsen og allir hinir føroyameistaraheitið við at vinna 4-1 á fuglfirðingum á síðsta leikdegi.

Ta ferðina var áarføri, og vøllurin stóð undir í vatni. Leygardagin var stilt, turt og kalt og stóð í andsøgn við minniliga dagin beint fyri aldarskiftið. 

B36 hótti eina løtu við aftur at útseta FM-veitsluna, sum klaksvíkingar hava bíða eftir í fleiri vikur. 

 - Tað hevði verið snópisligt, um vit ikki vunnu, segði Mikkjal Thomassen.

Fyri steðgin spældi KÍ 'við hondbremsuni uppi', sum onkur orðaði seg, men eftir steðgin varð hon slept, og ferð kom á KÍ-tokið. 

Páll Klettskarð, sum hevur kappast við Bob Sumareh um spælitíð í ár, var har, sum hann trívist best; Í málteiginum í stórdystunum, og skoraði við fóti og høvdi. 

Í evstu løtu gjørdi Jonn Johannesen, sum hann plagar, tá hann sleppur á vøllin, og so kundi gullveitslan byrja undir ljóskastarunum og afturvið hvøllu brestunum av fýrverki. 

19. føroyameistaraheitið hjá KÍ var veruleiki, og kanska er hetta tað mest uppiborna av teimum øllum. 

KÍ-B36 (við Djúpumýru)
0-1 Andrass Johansen, 6 min.
1-1 Páll Klettskarð, 63 min.
2-1 Páll Klettskarð, 75 min.
3-1 Jonn Johannesen, 90+7 min.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928