Dust elvdi til falska fráboðan

Dust elvdi til falska fráboðan
Roykvarnarin á Vinnuháskúlanum fór í gongd, og fólk máttu fáast út í skundi
Roykvarnarin á Vinnuháskúlanum fór í gongd, men tað vísti seg at vera følsk fráboðan.
 
26.10.2021 - 14:46

Ov nógv dust á ovasta lofti hevði í morgun við sær, at roykvarnarin á Vinnuháskúlanum fór í gongd, og fólk máttu fáast út í skundi.

Klokkan ein minutt yvir 10 fekk sløkkiliðið fráboðan um eld á skúlanum og fór at kanna um eldur var í. 

Alt gekk rætt fyri seg, tá ið skipað varð fyri, at næmingar og lærarar komu út, og alt gekk væl, sigur átaksleiðari, sum var á staðnum.

Eingin eldur var. Orsøkin til alarmin var, at ov nógv dust hevði lagt seg á ein roykvarnara á ovasta lofti. 

Klokkan 10.25 vóru næmingar og lærarar aftur í skúlahølunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112