Suu Kyi á ákærubeinkinum

Suu Kyi á ákærubeinkinum
Hernaðarjuntan hevur ákært hana fyri uppreistur, men Suu Kyi noktar seg sekan
Aung San Suu Kyi er ákærd fyri uppreistur í Myanmar. Hon noktar seg seka.
 
27.10.2021 - 09:32

Fyrrverandi leiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, er ákærd fyri uppreistur móti juntuni, sum rak hana frá valdinum. 

Í gjár vitnaði hon fyri fyrstu ferð í málinum, har hon er ákærd fyri uppreistur í sambandi við, at hon í tveimum fráboðanum í februar hevur funnist at statkvettinum í landinum.

Fjølmiðlar hava ikki atgongd til rættargongdina.

Advokaturin hjá Suu Kyi sleppur heldur ikki at tosa við fjølmiðlar.

Suu Kyi hevur noktað seg sekan í at hava eggjað til uppreistur.  Hon kann verða dømd meira enn 10 ára fongsul.

Nógvur ófriður hevur verið í landinum síðani hernaðarjuntan framdi statskvett 1. februar í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558