Fasti gerðarrættur frídømt Fíggjarmálaráðið

Fasti gerðarrættur frídømt Fíggjarmálaráðið
Tað var ikki sáttmálabrot, tá Fíggjarmálaráðið lýsti eftir fakligum stjóra og varaleiðara til Gigni at vera løntir í ávísum lønarflokki, sigur gerðarrætturin
Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum fekk ikki viðhald í Fasta gerðarrætti um leiðandi starvsfólk í Gigni.
Mynd: Savnsmynd úr Gigni  
 
01.11.2021 - 09:04

Fasti gerðarrættur hevur frídømt Fíggjarmálaráðið í einum máli, sum felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum byrjaði í mai.

Felagið kravdi, at Fíggjarmálaráðið skuldi viðurkenna, at tað er sáttmálabrot, tá lýst verður eftir fakligum stjóra til Gigni at seta í lønarflokk sum leiðari fimm, og tað er eisini sáttmálabrot, at lýst verður eftir varaleiðara til Gigni at seta í lønarflokk sum leiðari trý.

Men tað heldur Fasti gerðarrættur ikki, hann frídømdi Fíggjarmálaráðið.

Talan er ikki um sáttmálabrot.

Viðvíkjandi stjórastarvinum eru tveir stjórar seinastu trý árini settir í lønarflokk sum leiðari fimm uttan stórvegis mótstøðu frá felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum.

Felagið hevur við sínum passiviteti góðkent hesa flokking, sigur Fasti gerðarrættur.
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037