Kommunan eigur sjálv at seta tiltøk í verk

01.11.2021 - 13:40
Innlendis›Heilsa
Kommunan eigur sjálv at seta tiltøk í verk
Minnilutin í Klaksvíkar býráð hevur sent borgarstjóranum áheitan í sambandi við koronustøðuna
Signhild V. Johannesen og hinir býráðslimirnir í minnilutanum í Klaksvíkar býráð halda, at kommunan av sínum eintingum eigur at seta tiltøk í verk at minka koronusmittuna.

- Klaksvíkar kommuna eigur at verja tey, sum ikki vilja hava smittuna. T.d. tey, sum hava hildið seg inni og burturi frá sosialari samveru, soleiðis at tey ikki noyðast at møta fólki, sum ikki hava hildið frástøðu.

Tað sigur Signhild V. Johannesen, limur í minnilutanum í býráðnum í Klaksvík.

Hon hevur saman við Jógvani Skorheim og Tummasi Lervig sent borgarstjóranum í kommununi áheitan.

Tey halda, at Klaksvíkar kommuna eigur at seta tiltøk í verk at minka um koronusmittuna, hóast landsmyndugleikin ikki ger tað.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585