- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Týsdagin var nýggja verjuavtalan millum Grønland, Danmark og USA undirskrivað.

Ein avtala, sum gevur USA víðkaðar karmar at hava hernaðarligt virksemi í Grønlandi, men sum samstundis staðfestir danska fullveldið og grønlendska sjálvsavgerðarrættin.

Hvat hava londini í veruleikanum fingið burturúr avtaluni? Hevur USA fingið tað, sum USA trygdarpolitiskt vildi hava burturúr, men uttan at fáa Grønland?

Harafturat er spurningurin, hvat avtalan merkir fyri framtíðina hjá Grønlandi, tí avtalan staðfestir sjálvsavgerðarrættin hjá grønlendingum. Verður Grønland einaferð sjálvstøðugt, leggur avtalan upp til, at Grønland framvegis skal vera partur av NATO og halda fram við verjuavtaluni.

Sendingin viðger eisini, hvussu frítt stendur eitt framtíðar sjálvstøðugt Grønland í veruleikanum, og um friður nú er um Grønland.

Við í sendingini: Birita í Dali, stjórnmálafrøðingur, og Heini í Skorini, lektari og ph.d. í altjóða politikki.

Gjørt sendingina: Birita Matras Petersen og Sigurjón Einarsson, sum eisini var redaktørur.

Framleiðari: Bárður Thomsen.

Teknikari: Kári Annand Berg.

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.