Kringvarpsgjald og fíggjartøl

Um KVFOkkara leiklutur
Kringvarpsgjald og fíggjartøl
Les um inntøkugrundarlagið hjá stovninum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01-11-2021

Virksemið hjá Kringvarpi Føroya verður fíggjað við kringvarpsgjaldi, kunngerðarinntøkum, sponsorering og øðrum virksemi, sum er knýtt at uppgávum stovnsins. Harumframt fær KVF inntøkur frá Gekkinum. 


Kringvarpsgjald, kunngerðar- og sponsorinntøkur

Inntøkurnar stava í høvuðsheitinum frá kringvarpsgjaldi. Galdandi skipan fyri kringvarpsgjald kom í gildi 1. januar 2016. Í juni 2024 varð kringvarpsgjaldið hjá persónum hækkað, og samstundis varð tað lækkað hjá smærri virkjum og stovnum. Kringvarpsgjaldið hjá persónum er síðani prístalsjavnað árliga. 

Útvarpskunngerðir eru alsamt fækkaðar í tali, so hvørt sum netmiðlar hava vunnið fram, og hendan gongdin heldur fram.

Tað er loyvt Kringvarpi Føroya at hava sponsorinntøkur í ávísum førum. Talan skal vera um serstøk tiltøk, sum verða samskipað við aðrar aktørar, tað kann vera stór og avgerandi ítróttatiltøk, tónleika- ella onnur umfatandi mentanartiltøk.
 

Niðanfyri sært tú yvirlit yvir inntøkur og útreiðslur hjá Kringvarpinum seinastu trý árini: 

 

 

Ársfrásagnir

Niðanfyri ber til at taka niður ársfrásagnir frá árunum 2014 til og 2024. 

Í ársfrásøgnini kanst tú m.a. lesa um stovnin, leiðslufrágreiðing, roknskap og fíggjarstøðu við árslok á hvørjum ári.

Ársfrásøgn 2024

Ársfrásøgn 2023

Ársfrásøgn 2022

Ársfrásøgn 2021

Ársfrásøgn 2020

Ársfrásøgn 2019

Ársfrásøgn 2018

Ársfrásøgn 2017

Ársfrásøgn 2016

Ársfrásøgn 2015

Ársfrásøgn 2014

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044

Um kvf css