238 stilla upp til kirkjuráðsvalið

238 stilla upp til kirkjuráðsvalið
Val verður í 23 kirkjusóknum í morgin, og 28.053 fólk hava valrætt
Flestu valevnini eru á valevnislistanum til kirkjuráðið fyri Vesturkirkjuna.
 
01.11.2021 - 14:53

Í morgin er kirkjuráðsval.

23 kirkjusóknir eru í Føroyum, har alment val verður. 

Kirkjuráðsval er fjórða hvørt ár. 238 valevni stilla upp hesaferð. 

Flestu valevni stilla upp til kirkjuráðið fyri Vesturkirkjuna, har 14 fólk eru á listanum.

36.280 limir eru í fólkakirkjuni, og 28.053 teirra hava valrætt.

Í flestu kirkjusóknum verður valt í kirkjuni. Valstøðini hava opið frá klokkan 10.00 til klokkan 20.00.

Upplýsing um valstøð og valevni er á kirkjan.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302