Katrin Thorsvig Hansen nýggjur høvuðsákæri

Katrin Thorsvig Hansen nýggjur høvuðsákæri
Hetta er nýtt starv, sum er skipað eftir nýggju rættargangslógini
Katrin Thorsvig Hansen er nýggjur sjefákæri hjá løgregluni í Føroyum.
 
01.11.2021 - 15:54

Katrin Thorsvig Hansen er sett sum høvuðsákæri/sjefákæri hjá løgregluni í Føroyum. 

Hon tekur við starvinum 1. februar 2022.

Katrin Thorsvig Hansen er løtuni stjóri á Dátueftirlitinum.

Høvuðsákærin er dagligur leiðari fyri ákæruvaldinum hjá løgregluni. Hetta er  eitt nýtt starv, sum er skipað eftir nýggju rættargangslógini frá 1. januar ár.

Fyrr var starvsheitið varapolitimeistari ella varafúti.

Drúgvar starvsroyndir

Katrin Thorsvig Hansen hevur drúgvar starvsroyndir í danska løgmálaráðnum og á Løgmansskrivstovuni. Hon hevur verið ákæri í løgmálaráðnum, og í 2018 var hon seniorákæri í løgregluni í Føroyum,

Michael Boolsen, fúti, sigur um nýggja sjefákæran:

“Jeg har arbejdet sammen med Katrin om forskellige spørgsmål både i regi af Lagmandskontoret og Datatilsynet, og jeg kender hende som en skarp jurist med et menneskeligt glimt i øjet. Ud over behandlingen af straffesager har vi mange projekter på straffesagsområdet, og Katrins arbejdskraft og –kapacitet er mere end velkommen.”

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444