Peter Holm: landsliðini skulu raðfestast hægri

Peter Holm: landsliðini skulu raðfestast hægri
A-landsliðini í flogbólti skulu raðfestast hægri, sigur nýggi formaðurin í flogbóltssambandinum, nú landskappingarnar - nú Føroya Tele-deildirnar - eru servaðar í gongd
08.11.2021 - 17:40

Um vikuskiftið vórðu fyrstu bóltarnir í bestu flogbóltskappingunum servaðir. 

Flogbóltskappingin hjá bæði kvinnum og monnum eitur nú Føroya Tele-deildin, men tað er ikki einasta broytingin, sum nýggi formaðurin í Flogbóltssambandi Føroya, ætlar at fremja.

A-landsliðini skulu nevniliga raðfestast munandi hægri.

 - Ætlanin er, at vit skulu kappast á hægri stigi við A-landsliðunum, enn vit hava gjørt, og málið er so, at vit um tvey, trý, kanska fýra ár luttaka í teimum veruliga evropameistarakappingunum fyri A-landslið, sigur Peter Holm.

Sambært nýggja formanninum eru føroysku U-landsliðsspælararnir á hædd við teir frá norðurlendsku grannalondunum, og nú skal arbeiðast við at fáa hesar at halda stigið upp á A-landsliðið.

Aðrar broytingar eru eisini framdar. Millum annað skulu allir dystir í landskappingunum hjá bæði kvinnum og monnum stroymast hjá Televarpinum, og heilsuváttan verður nú kravd frá øllum spælarum, sum spæla í bestu deildunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083