Veðrið darvar samferðsluna

Veðrið darvar samferðsluna
SSL boðar í morgun frá avlýsingum
Savnsmynd
 
10.11.2021 - 07:42

Ringa veðrið rakar bæði bussar og skip hjá Strandfaraskipum Landsins. 

SSL boðar frá, at fyri veður koyrir leið 701 millum Fámjin og Tvøroyri ikki. 

Sama er galdandi fyri leið 481, sum koyrir millum Skálafjørð og Oyndarfjør. Har sigur SSL, at koyringin verður møguliga tikin upp aftur seinnapartin. 

Tað er ikki bara á vegunum, at tað er trupult hjá SSL at røkja sínar skyldur í ringa veðrinum. 

Fyri veður siglir Teistin ikki millum Skopun og Gomlurætt. SSL boðar frá, at møguliga verður ein túrur sigldur seinnapartin. 

RÆTTING: TAÐ ER HASFJORD, OG IKKI TEISTIN, IÐ IKKI SIGLIR MILLUM SKOPUN OG GOMLURÆTT. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844