Grønlendska landstingið sigur nei til uran

Grønlendska landstingið sigur nei til uran
Grønlendski stjórnarflokkurin, IA, hevur hildið vallyftið um ikki at útvinna uran
Mute B. Egede, formaður í IA og landsstýrisformaður, lovaði undir valstríðnum, at Grønland skal ikki útvinna uran, og tað lyftið hevur hann hildið.
 
10.11.2021 - 10:28

Grønlendska landstingið samtykti í gjár at seta bann fyri forkanningum, kanningum og grevstri eftir urani.

Orðaskiftið í grønlendska tinginum vardi í tríggjar tímar, áðrenn uppskotið um at seta bann varð samtykt við 11 atkvøðum fyri og 9 atkvøðum ímóti.

Grønlendski stjórnarflokkurin, IA, legði í valstríðnum fyrr í ár stóran dent á, at tað skuldi ikki verða loyvt at útvinna uran, og sostatt hevur flokkurin nú hildið sítt vallyfti.

Eitt uppskot um at senda spurningin út til fólkaatkvøðu fall, skrivar Sermitsiaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375