Triðingurin av ullini er seldur

Triðingurin av ullini er seldur
Umleið 23 tons vóru lýst til sølu í oktober
Umleið 23 tons av ull vóru lýst til sølu, og meginparturin er fyrsti flokkur.
 
10.11.2021 - 14:16

Búnaðarstovan hevur selt triðingin av ullini, sum var lýst til sølu í oktober.

Talan var um 22,8 tons.

Nógv tað mesta, stivliga 20 tons, er fyrsti flokkur. Og ein tríðingur av teirri ullini er seldur. Tveir keyparar eru.

Roynt verður at selja alla ullina. Ullin er í seks náttúrulitum. Tað mesta er hvítt.

Hálvt triðja tons eru annar flokkur. Tann ullin er ikki skild í litir.

Ullin verður seld í ballum, sum viga 250 kg.

Ullin verður seld sambært skrivligum, bindandi boði, sum skuldi latast Búnaðarstovuni í seinasta lagi 20.oktober.

Búnaðarstovan miðar eftir einum minstaprísi, sum er 8,00 kr. fyri kilo í fyrsta flokki og 2,00 kr. fyri kilo í øðrum flokki, umframt meirvirðisgjald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329