Innflutningurin setur aftur met

Innflutningurin setur aftur met
Vit hava innflutt fyri hálva sjeyndu milliard kr. í ár, sum eru níggju prosent meira enn í fjør
Innflutningurin í ár hevur verið 6,5 mia. kr., og innflutningurin setur met annan mánaðin á rað.
Mynd: Hagstovan  
 
16.11.2021 - 15:16

Føroyski innflutningurin hevur sett met annan mánaðin á rað.

Tað skrivar Hagstovan á síni heimasíðu, nú innflutningurin til og við september í ár er gjørdur upp.

Tilsamans hava vit innflutt fyri 6,5 milliardir krónur higartil í ár. Vøksturin er 8,9% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 11,6 prosent, skrivar Hagstovan.

Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast eitt sindur minni er innflutt, so hava vit brúkt 35 prosent meiri upp á brennievni higartil í ár samanborið við í fjør.

Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 207 milliónir krónur meira, og vøksturin er 38 prosent. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904