Eingin gudstænasta sunnudagin

Eingin gudstænasta sunnudagin
Koronustøðan ger, at fólkakirkjan kemur við nýggjum tilmælum 26. november
Kirkjan í Porkeri. Fólkakirkjan hevur avlýst gudstænastuna sunnudagin í sambandi við koronustøðuna.
 
18.11.2021 - 14:41

Koronustøðan ger, at heldur ongar gudstænastur vera sunnudagin, boðar fólkakirkjan frá. 

- Landsins myndugleikar hava tikið eina nýggja støðu við atliti at Covid-19 og tilmælum. Nýggi almenni leisturin - koronapass ella prógv um negativt úrslit av Covid-19 kanning - er ein avbjóðing fyri hugsanina um frælsa atgongd inn í kirkjuna.

- Tað liggur djúpt í siðvenjuni hjá fólkakirkjuni, at øll uttan undantak kunnu trína inn um kirkjudyr, siga Uni Næs, dómpróstur, og Jógvan Fríðrikson, biskupur, í skrivi til kirkjurnar og á heimasíðuni kirkjan.fo. 

Leiðslan fer at brúka komandi vikuna til at umrøða støðuna saman við kirkjuliga landslagnum. 

Fólkakirkjan kemur við einum nýggjum tilmæli 26. november, verður sagt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442

Annað frá KVF