SEV fær ikki tikið ímóti allari grønu orkuni enn

SEV fær ikki tikið ímóti allari grønu orkuni enn
So nógv orka fer fyri skeytið við triðju vindmyllulundini, sum í næstum kemur upp at standa, at tað loysir seg ikki at seta hana upp, sigur SEV.
23.11.2021 - 20:18

Útrokningar og framrokningar hjá SEV vísa, at næstu fýra árini, fram til 2025, verður samlaða streymframleiðslan 503 gigawatt-tímar frá núverandi framleiðslukeldum. Av hesum megnar SEV at gagnnýta 94 prosent, og tá hevur SEV roknað uppí, at vindmyllulundin á Eiði, sum SEV vann útboðið uppá í oktober 2019, kemur inn á netið í 2023. 

Vindmyllulundin í Flatnahaga, sum Magn vann rættindini at gera um sama mundið sum SEV á Eiði, fer fram til 2025 at framleiða 250 gigawatt-tímar, frá tí at hon kemur í nýtslu, væntandi í september komandi ár. 
Sambært framrokningnum hjá SEV megnar SEV at gagnnýta 49 prosent av framleiddu orkuni frá vindmyllulundini í Flatnahaga. 

Triðja vindmyllulundin, sum var tann seinasta at verða boðin út, í mars í ár, verður nú eftir øllum at døma tann fyrsta at verða liðug. Men har sigur SEV, at heili 82 prosent av tí framleiddu orkuni fer fyri skeytið. Nýtslustigið er bert 18 prosent av tí risastóru framleiðsluorkuni, sum tær seks vindmyllurnar hjá Vindrøkt á Gellingarkletti kunnu framleiða.     

Tíðin er als ikki búgvin til hesa triðju vindmyllulundina, tí bara vindmyllulundirnar í Suðurstreymoy fara at framleiða meira orku enn miðalnýtslan í Føroyum, sigur menningarleiðarin hjá SEV, Terji Nielsen. 

Ari Johanneson, leiðari fyri Elveitingareftirlitið, var gestur í sjónvarpsstovuni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844