Vinnulívsfólk úr EABS til Føroya

Vinnulívsfólk úr EABS til Føroya
Jenis av Rana, landsstýrismaður, er í hesum døgum í Moskva
enis av Rana, landsstýrismaður, stóð á odda fyri føroysku sendinevndini, og Sergey Glazyev, EABS-ráðharri í búskaparmálum, leiddi fundin fyri EABS.
 
24.11.2021 - 09:39

Næsta vár koma vinnulívsfólk úr londunum í Evrasiatisku búskaparsamgonguni, EABS, til Føroya.

Í EABS, sum var stovnað í 2015, eru Russland, Hvítarussland, Kasakstan, Kirgisia og Armenia.

Í gjár var fundur í Moskva í felagsnevndini millum Føroyar og EABS. 

Hetta er annar fundurin, síðani nevndin varð skipað sambært semjuskjalinum millum partarnar, sum var undirskrivað í Føroyum í 2018.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, er á odda fyri føroysku sendinevndini.

Kunnaði um tiltakið

Á fundinum í Moskva í gjár kunnaði Jenis av Rana um tiltakið fyri vinnuumboð úr EABS-londunum, sum eftir ætlan verður í Føroyum næsta vár. 

Landsstýrið, EABS og Vinnuhúsið skipa fyri vinnuferðini.

Avrátt varð, at næsti felagsnevndarfundur verður í Føroyum næsta ár.

Á ferðini í Russlandi hevur landsstýrismaðurin eisini verið á fundi við Vladimir Titov, varauttanríkisráðharra hjá Russlandi, sendiharran hjá Armenia, Russian International Affairs Council og russiska handilskamarið. 

Í dag hittir Jenis av Rana sendiharran hjá Kasakstan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037