11,2 mió. kr. í leigu yvir 20 ár

11,2 mió. kr. í leigu yvir 20 ár
Partafelagið Flatnahagi skal gjalda Tórshavnar kommunu 558.000 kr. í leigu um árið fyri lendið í Flatnahaga, har sum felagið ætlar at byggja vindmyllur
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, loysir fyrsta flagið í Flatnahaga
Mynd: Savnsmynd  
 
25.11.2021 - 06:59

Tórshavnar býráð fer í kvøld at viðgera eitt uppskot um 20 ára leigusáttmála, har sum leigan er 558.000 kr. um árið.

Partafelagið Flatnahagi skal gjalda Tórshavnar kommunu 558.000 kr. í leigu um árið fyri lendið í Flatnahaga vestan fyri Oyggjarvegin, har sum felagið ætlar at byggja vindmyllur.

Kommunan fær tí slakar 11,2 milliónir krónur í leigu fyri lendið. 

 

Magn og Lív

Magn og Lív eiga partafelagið Flatnahaga. Lív eigur 60 prosent.

Partafelagið Flatnahagi vann útboðið um vindorku í 2019. 

Nú er arbeiðið byrjað í Flatnahaga.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860