Risastór uppgáva bíðar Føroyum í Sevilla

Risastór uppgáva bíðar Føroyum í Sevilla
Talan er um eina ta truplastu uppgávuna hjá føroyska fótbóltslandsliðnum við kvinnum yvirhøvur, tá krútsterku spaniólarnir taka ímóti í Sevilla í seinasta dystinum í ár
Landsliðið vandi í gjár á Estadio La Cartuja de Sevilla-leikvøllinum
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
25.11.2021 - 13:11

Í kvøld spælir føroyska landsliðið sín síðsta undankappingardyst í ár.

Lítil ivi mann vera um, at hetta er ein hin størsta uppgávan hjá einum føroyskum landsliðið higartil, tá sterka spanska landsliðið tekur ímóti í Sevilla. 

Spaniólarnir hava vunnið allar sínar dystir í undankappingini. 6-0 á Ukreina, 7-0 á Ungarn og ikki minni enn 10-0 á Føroyum á Tórsvølli. 

Tí vita føroysku spælararnir alt um, hvussu gott mótstøðuliðið er í kvøld á Estadio La Cartuja de Sevilla leikvøllinum, sum tekur heili 60.000 áskoðarar. 

 - Men samstundis er hetta ein spennandi uppgáva og ein uppliving. Vit mennast í heilum sum hópur og lið, og tað arbeiða vit hart fyri at vísa á vøllinum eisini. So vit geva veruliga alt, sum vit eiga, fyri at gera tað trupult fyri tær at spæla ímóti okkum, sigur Ásla Johannesen við heimasíðuna hjá fótbóltssambandinum.

Føroyar hava spælt fýra dystir í undankappingini higartil, og hava tapt allar fýra; ímóti Spania, Skotlandi, Ukreina og Ungarn. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. februar
Jambalaja - 070226
203875
Leygardag 7. februar
Vikan 7. februar 2026
203867
Leygardag 7. februar
Upp á tá - 060226
203863
Leygardag 7. februar
Morgunlestur leygardagur 7.februar 2026
203556
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846
Fríggjadag 6. februar
Beinir í løtuni í Skógrøktini
203841
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721