2.330 tons minni av toski í Barentshavinum

2.330 tons minni av toski í Barentshavinum
Úrslitið av sínámillum fiskirættindasamráðingunum ímillum Føroyar og Rusland, sum vóru í Havn í farnu viku, er, at toskakvotan minkar nógv
Toskakvotan í Barentshavinum minkar nógv næsta ár
Mynd: Savnsmynd  
 
29.11.2021 - 15:56

Toskakvotan í russiska partinum av Barentshavinum verður góð 2.330 tons minni í 2022, enn hon er í ár.

Hýsukvotan er um 400 tons minni, kvotan av flatfiski verður tann sama, 900 tons, og rækjufiskiskapurin minkar nógv, úr 4.000 tonsum, niður í 2.500 tons.

Tað er fyribilskvota, tí ein kanning skal gerast av rækjufiskiskapinum í russiska partinum av Barentshavinum, og tá kanningarnar eru lidnar, skulu partarnir tosa saman aftur.

Tað var úrslitið av sínámillum fiskirættindasamráðingunum ímillum Føroyar og Rusland, sum vóru í Havn í farnu viku.

 

Fiskifrøðingar mæltu til 20 prosent minking

Rusland missir eisini kvotu í føroyskum sjógvi.

Svartkjaftakvotan minkar úr 82.000 niður í 75.000 tons, kvotan av makreli minkar úr 14.500 niður í 13.300 tons, og kvotan av sild minkar úr 10.000 niður í 9.200 tons.

Í summar mæltu fiskifrøðingar til, at toskaveiðan í Barentshavinum minkar 20 prosent næsta ár.

ICES mælir til, at veiðan ikki fer upp um 708.480 tons. Tilmælið fyri 2021 er 885.600 tons.

ICES mælir eisini til at fiska 50.000 tons minni hýsu.

 

Minni av toski enn fyrr hildið

Orsøkin til toskatilmælið fyri 2022 er, at kanningar nú hava víst, at minni fiskur er í Barentshavinum enn fyrr hildið. 

Aðrar samráðingar um sínámillum fiskirættindi fyri næsta ár, eru á skránni næstu dagarnar.

Mikudagin og  hósdagin verða samráðingar við Grønland í Keypmannahavn, og týsdagin og mikudagin í næstu viku vera samráðingar við Noregi í Havn, upplýsir Andras Kristiansen, deildarstjóri á Fiskivinnustovuni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949

Annað frá KVF