Pál Weihe: Ov nógvir smittutilburðir

Pál Weihe: Ov nógvir smittutilburðir
Tað er ikki heppið at halda stór jólaborðhald, nú smittutilburðirnir er so nógvir. Tað sigur Pál Weihe, professari í fólkaheilsu.
03.12.2021 - 17:44

Pál Weihe heldur tað vera umráðandi, at talið at smittutilburður minkar næstu tíðina. Hann heldur, at  øll eiga at lata seg koppseta, og tey sum eru koppsett tvær ferðir eiga at fáa triðja prikið.

Eisini er umráðandi, at børn millum fimm og 12 ár blíva koppsett 

Harafturat, so mugu vit venda aftur til góðu vanarnar at halda frástøðu.

Tað merkir eitt nú, at stór jólaborðhald áttu at verið avlýst. Tó heldur Pál Weihe, at tað ber til at halda jólaborðhald, um ikki ov nógv fólk savnast.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904