Genta doyði í ferðsluvanlukku

Genta doyði í ferðsluvanlukku
Ikki er staðfest, hví vanlukkan við Streymin mánadagin hendi
 
08.12.2021 - 09:29

12 ára gamla gentan doyði í gjár av løstunum, sum hon fekk í ferðsluvanlukkuni á landsvegnum oman fyri Magnstøðina við Streymin seint seinnapartin mánadagin.

Ein treylari rakti hana.

Skaðin, sum gentan fekk, var so ringur, at hon varð flutt á Ríkissjúkrahúsið mánakvøldið.

Gentan búði á Oyrarbakka.

Løgreglan upplýsir, at ikki er enn staðfest, hví vanlukkan hendi.

Løgreglan fekk boð um hendingina stutt eftir klokkan fimm mánadagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891