Listasavnið fingið átta Mikines-málningar í gávu úr Danmark

15.12.2021 - 17:03
List›Myndlist
Listasavnið fingið átta Mikines-málningar í gávu úr Danmark
Talan er um eina millióngávu, sum Listasavn Føroya hevur fingið úr Danmark, tí gávan er átta Mikines-málningar
“Drykkjuskapur” hjá Sámal Joensen-Mikines

Málningarnir eru frá tíðarskeiðnum 1931-62.

Mykines, málningur

Frítekst tagging: 

Myndevnini eru fleiri, sum tit síggja á myndunum.

Mykines, málningur

Frítekst tagging: 

Millum annað eru landslagsmyndir úr bæði Føroyum og Danmark, ein mynd frá eini barr við heitinum "Drykkjuskapur" umframt tveir stórir málningar við kristnum myndevnum.

Mykines, málningur

Frítekst tagging: 

"Málningarnir tippa nøkur listarlig hol, ið vit høvdu í listaleiðini hjá Sámal Joensen-Mikines," ásannar Dagmar Malena Winther, sum er samskiftis- og listamiðlari á Listasavninum.

Mykines, málningur

Frítekst tagging: 
“Vit eru sera takksom fyri hesa stóru gávuna við týdningarmiklum verkum eftir listamannin. Listaverkini eru ein stórsligin gáva til samlingina av Mikines-málningum. Vit gleða okkum til at vísa málningarnar fram fyri gestum okkara, tá savnið letur upp aftur 1. februar," sigur Karina Lykke Grand, stjóri í Listasavninum. 

Mykines, málningur

Frítekst tagging: 
Nógvar av myndunum brúka Mykines sum myndaevni.

Virðið á málningunum er í milliónaklassanum.

HOYR SAMRØÐUNA VIÐ DAGMAR MALENU WINTHER. 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040