Listasavnið fingið 17 Mikines-málningar í søguliga stórari gávu

Listasavnið fingið 17 Mikines-málningar í søguliga stórari gávu
17 listaverk eftir Sámal Joensen-Mikines eru komin heim til Føroya, boðar Listasavn Føroya frá í tíðindaskrivi
Kvinnan í blómandi urtagarðinum er ein av málningunum, ið Listasavnið nú hevur fingið í gávu
Mynd: Birte Schultz-Lorentzen  
 
23.11.2023 - 19:18

Listasavn Føroya kunnger í dag, at savnið hevur fingið heili 17 listaverk eftir føroyska listamannin Sámal Joensen-Mikines (1906-1979) sum gávu.

Verkini telja alt frá størri og smærri oljumálningum, grafikki, skitsum og akvarellum. Har ímillum vøkrum høvuðsverkum.

Motivini eru alt frá føroysk og donsk landslagsmotiv, gransking av havinum, býarmyndir og harafturat kafémyndir.

 

Birte Schultz-Lorentzen er gevarin

Í desember 2021 tók Listasavn Føroya ímóti átta Mikines-málningum frá einum privatum eigara í Danmark, sum tá læt gávuna dulnevnt.

Talan er um sama eigaran, sum nú gevur enn eina stóra gávu av verkum eftir Mikines.

Listasavn Føroya kann í dag avdúka, at gávugevarin er Birte Schultz-Lorentzen. 


 

Keyptu beinleiðis frá Mikines

Birte Schultz-Lorentzen var gift føroyskum manni og livdi í næstan 50 ár saman við Joanesi Torkil Mortensen í Nærum norðan fyri Keypmannahavn.

Torkil var føddur og uppvaksin í Føroyum, men ferðaðist til Danmarkar sum 16 ára gamal.

Parið hevði tokka til myndlist og tónleik.

Serliga var tað list eftir føroyska listamannin Sámal Joensen- Mikines, ið vakti stóran áhuga.

Saman keyptu tey fleiri verk til heimið beinleiðis frá listamanninum Mikines.

 

40 Mikines-verk

Næstan 40 Mikines-verk keyptu tey yvir árini – til eina listasamling, ið samlað taldi yvir hundrað myndir.

Í 1992 skipaði Birte fyri eini retrospektivari Mikines-framsýning í Den Frie Udstillingsbygningi í Keypmannahavn, og Mikines-verkini eru í fleiri førum lænt út til framsýningar; seinast í 2021 á Mikines-framsýningini á Johannes Larsen Museuminum í Kerteminde.

Birte og Torkil vóru haraftrat við, tá Listasavn Føroya bleiv vígt í 1993, og tey høvdu ein virknan leiklut í minningarhaldinum á Mikinesar 100 áradegi í 2006 stutt áðrenn Torkil doyði.

 

Við stórari eyðmýkt og virðing

“Listasavn Føroya móttekur hesa stóru og vøkru gávu við stórari eyðmýkt og virðing, og vit ynskja at takka Birte Schultz-Lorentzen fyri hesa sermerktu og ómetaligu gávu, ið nú verður ein partur av tí stóru føroysku listasamlingini á savninum," sigur Karina Lykke Grand, stjóri.

"Gávan verður til gagn og gleði fyri øll, ið hava áhuga í list í Føroyum. Gávan fer at verða sýnd á savninum einaferð á sumri 2024. Listasavnið hevur ætlanir um at hava almennar rundvísingar í listagoymsluni í nærmastu framtíð, har gávan verður víst fram til tey áhugaðu.”


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067