Biden hittir forsetan í Ukraina

Biden hittir forsetan í Ukraina
Amerikanski forsetin ætlar at tosa um russisku herbúgvingina við markið til Ukraina.
 
02.01.2022 - 10:25


Sunnudagin skal Joe Biden, forseti í USA, tosa við Volodomir Zelenskij, forseta í Ukraina.

Tað boða Hvítu Húsini frá.

Biden ætlar í høvuðsheitum at tosa um russisku herbúgvingina við markið til Ukraina har tíggjutúsundtals hermenn eru.

Biden fer í hesum sambandi at endurtaka sín stuðul til Ukraina, boða Hvítu Húsini frá.

Harafturat skulu báðir stjórnarleiðararnir fyrireika ein fund um ovurspentu støðuna við markið millum Russland og Ukraina.

Boðini um fundin, sum eftir ætlan verður millum ukrainska forsetan og amerikanska forsetan í Geneve 10. januar koma eftir, at Biden hevur havt telefonfund við Vladimir Putin, forseta í Russlandi.

Í 50 minuttir longu telefonsamrøðuni hóttu forsetarnir báðir hvønn annan.

Biden mælti Russlandi til at minka um háspentu støðuna við markið til Ukraina, annars fór USA at seta revsitiltøk í verk móti russarum.

Putin svaraði at eitt og hvørt revsitiltak móti Russlandi kundi kappa bondini millum londini bæði.

- At sett revsitiltøk í verk hevði verið eitt sera stórt mistak, sum kann fáa álvarsamar  - heilt álvarsamar - avleiðingar við sær. Vit vóna ikki, at hetta fer at henda, segði Putin sambært talsmanni sínum.
 
10. januar skulu ráðharrar og embætisfólk úr USA og Russlandi hittast í Geneve, fyri at finna eina loysn upp á spentu støðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425