Lata nú miðlastuðul til verkætlanir

Lata nú miðlastuðul til verkætlanir
Stuðulin kann latast til greinarøð, heimildarsending, poddvarp og annað tílíkt
Tá umsóknir um stuðul verða viðgjørdar, verða journalistisk eyðkenni at galda sum metingarstøði.
 
03.01.2022 - 09:36

Nú skal miðlastuðulin latast til verkætlanir.

Kunngerðin um tað er lýst og komin í gildi

Stuðulin kann latast til greinarøð, heimildarsending, poddvarp og annað tílíkt.

Verkætlanir skulu í minsta lagi verða mettar til 80 tímar og í mesta lagi til 1800 tímar. 

Talan kann, sambært kunngerðini, vera um bæði einstaklingsavrik og toymisarbeiði og um loftborið og skrivað tilfar. 

Journalistisk eyðkenni

Tá umsóknir um stuðul verða viðgjørdar, verða journalistisk eyðkenni at galda sum metingarstøði. 

Mett verður um journalistiska dygd og samfelagsligt virði við støði í upplýsingum, sum umsøkjari letur Miðlastuðulsnevndini.

Miðlastuðulsnevndin kann útvega sær hjálp frá serkønum í journalistikki, tá hon viðger umsóknirnar, stendur í kunngerðini. 

Í fíggjarlógini fyri 2022 eru tvær milliónir krónur til miðlastuðul.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891